Haldi tað er so langt úti, sum nakað snøri kann røkka, havi roynt ein túr við Ternuni í vardi 7 tímar av Tvøroyri og til Havnar.
Menn tit politikkarar/ pressan hyggja sjálvandi eftir krónum og oyrum, ikki eftir suðringum, sum ein partur av Føroyum.
Jú millónirnar eru nógvar til hetta skip, og nakað skal nýtast til ferjulegu, men tað er so langt úti, at tit grenja so nógv um hettar.
Landsverkfrøðingurin hevur brúkt so nógvar milliónir krónur til so nógv býtt, at roksa um eitt skip til suðringar er skrall tómt.
Fyri at taka bara tvey dømi um hetta, so kann eitt hol gjøgnum Nýpin, (farleiðin Vág/Lopra) vera tað fyrsta dømið, har hava menn arbeitt tey síðstu 50 árini við at rudda o.t., og tað verður ongantíð trygt at koyra har, fyrr enn eitt hol verður borað. Tað annað og meira svakt er alt arbeiðið, sum verður gjørt undir Gøtueiði. - Hví ræðist Landsverkfrøðingurin so nógv at bora ein tunnil undir Gøtueiði, tí trupulleikin fyri ferðsluna liggur ikki omanfyri Søldafjørð/ Skipanes, men brekkan niðan frá Syrðugøtu er trupulleikin, vaknið einaferð!!!!.
Hvat er galið við tykkum relativt klóku stýrandi fólkum?
? Je spyrje bara, ikki øsa tykkun upp.










