Hetta er annað árið, at Suðringar manna felagsliðið í oynni. Tølini siga, at ímóti felagsliðið fleiri ferðir hevur argað favorittarnar í B36.
Í dag verður árstalsfelagið vertur í Gundadali. Tølini siga, at felagsliðið ikki enn hevur megnað úrtøku á útivølli ímóti B36. Í fjør vann B36 3-0 á heimavølli, meðan dystirnir við Stórá endaðu við 3-2 heimasigri og 1-0 sigri til B36.
Fyrr í ár vann B36 1-0 á heimavølli, og í Trongisvági endaði tað 1-1.
Suðringar vunnu síðsta sunnudag 2-1 á heimavølli ímóti Skála. Sigurin ber við sær, at úrtøkan er 25 stig, og at tað eru fýra stig fram til tey 29 atigini, sum var samlaða úrtøkan í fjør. Umframt ímóti B36 skulu Suðringar spæla á útivølli ímóti KÍ og á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Sunnudagin vunnu Suðringar 2-1 á heimavølli ímóti Skála. Allir spælararnir eru tøkir í dag uttan Teitur K. Mortensesn, sum er langtíðarskaddur.
Seinastu ellivu ferðirnar – tíggju ferðir í landskappingini og í steypafinaluni – er B36 farið av vøllinum við úrtøku. Síðsta sunnudag endaði tað 1-1 í Sarpugerði. Tá varð Hannes Agnarsson skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hann hevur verið nógv skaðadarvaður, og sunnudagin varð hann aftur skaddur. Ein vøddaskaði ber við sær, at hann ikki er tøkur ídag.
Hinir á skaðalistanum eru Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz og Jónas þór Næs. Odmar Færø er um at vera tøkur aftur, eftir at hann er skurðviðgjørdur í nøsini.