Suðringar

? Grunnurin kann møguliga verða partur av framtíðarloysnum fyri Suðuroynna

Hetta ljóðar fyri mongum kanska sum skurran í oyrunum - SUÐRIARGRUNNURN - men hugsið eitt sindur framum skurranina og havið ístaðin eitt opið sinni fyri eini varandi loysn fyri vinnuna í Suðuroynni.
Hví yvirhøvur tosa um ein Suðriargrunn?
Hví ikki einfalt lata marknaðarkreftirnar ráða og avgera, hvar land skal byggjast og virksemið økjast - ella burturbeinast, á la Herman Oskarsson og Búskaparráðs hugburð?
Spurningurin er eigur heldur at verða - er tað veruliga hetta - vit føringar vilja við okkara framtíð?
Vilja vit t. d., at umleið 60000 tons av rávøru okkara skulu flytast óvirkað av landinum, ístaðin fyri at royna at fáa størri gagnnýtslu og virðisøking framda í Føroyum?
Tað er ilt at skilja um so er.
Vit tosa her um rávørumongd, sum kundi skapt arbeiði og størri útlfutningsvirði fyri samfelag til millum 8 og 10 stór og meðalstór flakavirkir.
Fyri Suðuroynna verður alneyðugt, at váðafúsur kapitalur er tøkur til at fremja íløgur í Suðuroynni saman við privatum stigtakarum,- íløgur, sum kunnu gagna hesum lokala samfelagnum mong ár framm í tíðina.
Tað er eisini neyðugt at fáa útgreina, hvørjar vinnur, ið veruligur møguleiki er fyri at fáa til Suðriar, eins og neyðugt er at kanna, hvørji almenn størv kunnu stovnast ella flytast til suðriar framyvir, hetta fyri at skapa størri javnvág í arbeiðsstyrkina og fáa fólk við meðallongum útbúgvingum aftur til Suðroynna.
Fyri at koma aftur til Suðriargrunns hugsanina,- so hava sæð slíkar sonevndar»kreppu«- loysnir verða brúktar fyrr við sera góðum úrslitum:

ÿ Føroyagrunnurin hevur verið og er gull verdur fyri Norðoyggjar
ÿ Sandoyarloysnin hevur havt sera stóran týdning fyri virksemið í Sandoynni


Lat okkum ikki nevna eina slíka suðriarloysn fyri kreppuloysn, men heldur eina framburðsloysn, tí tað er tað ein slík vil vera.
At suðringar vilja og eru førir fyri at lyfta í felag saman við ørðum, tá á stendur er nýggja felagið Faroe Farming eitt gott dømi um - har eru íleggjarir frá Tvøroyri og Vági saman við báðum Sparikøssunum og feløgum norðanfjørðs og Framtaksgrunninum.
Tað er soleiðis ta eigur at verða.
Vit mugu verða opnir fyri samstarvi og at bera byrðar saman og taka tøk saman, einans á tann hátt er møguligt at reisast aftur, tá vinnuligir brotasjógvar hava lagt okkum skerflatar - tíverri ov ofta seinastu árini má ásannast .
Suðriargrunnurin vildi verið eitt veldugt aktiv fyri økið og verið við til at skapt virkishug, íløguhug og íblástur fyri Suðuroynna.
Vert er at arbeiða víðari við eini slíkari loysn.