Munurin millum tey, sum eru fyri norskum limaskapi í ES, og tey, sum eru ímóti, er minkaður í ár. Tað er í hvussu er niðurstøðan í einari nýggjari meiningakanning.
Í kanningini, sum blaðið Nationen hevur skipað fyri, siga 72,4 prosent, at tey eru ímóti at fara upp í ES, og 18,9 prosent eru fyri. Samanborið við eina kanning, sum bleiv gjørd í januar, er ES-mótstøðufólkini fækkað 7,4 prosent, meðan hini er vorðin 6,3 prosent fleiri.
Pål Frivold, sum er formaður í felagsskapinum fyri norskum limaskapi í ES, sigur við Nationen, at tað er hugaligt, at fleiri taka undir við limaskapi, men hann ásannar, at tað er langt á mál.
Heming Olausen, sum er formaður hjá teimum, sum eru ímóti ES-limaskapi, heldur tað vera vert at vísa á, at norska mótstøðan ímóti limaskapi í ES var stór, áðrenn fíggjarkreppan tók seg upp í samveldinum.