Stytta sær stundir

Túrurin umborð á flogfari nummar OS653 ávegis úr Eysturríki til Georgia var drúgvur.

Tríggjar tímar tók tað at flúgva úr Wien til Tbilisi. Ymiskt var, hvussu leikararnir styttu sær stundir.
Vit vóru ein túr runt við myndatólinum og hugdu, hvat leikararnir høvdust at.
Jákup á Borg fór í flogfarinum undir eitt nýtt kappingarár í Football Manager, Marni Djurhuus las bókina um lívssøgu Stig Tøftings og Christian Lamhauge Holst blaðaði í dagsins útgávu av Politiken.