Stytta bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum

Seinastu tíðina hevur størri átak verið gjørt fyri at stytta um bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum.

Løgtingið játtaði 4,25 milliónir krónur til eitt átak, sum hevur til endamáls at stytta bíðilistar til viðgerðir í Sjúkrahúsverkinum

Sjúkrahúsverkið skrivar, at higartil hevur hetta stytt bíðilistarnir við 597 persónum í ár, og hetta fegnast Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, um.

 

Sjúkrahúsini hava í felag lagt virksemið til rættis, soleiðis at bíðilistarnir verða styttir mest møguligt við játtanini, sum er veitt til endamálið í ár. Eftir ætlan, verða bíðilistarnir styttir við tilsamans 1.100 persónum fyri ársenda.

 

Munagóð játtan til fleiri øki

 

Játtanin er brúkt til at stytta bíðilistarnar á ymiskum økjum, har Sjúkrahúsverkið hevur mett, at tørvurin er størstur, og har tað hevur verið møguligt at økja virksemið. Millum hesi eru:

 

- 890.000 kr. til ADHD-útgreiningar á Landssjúkrahúsinum

 

- 382.000 kr. til orto alloplastik (mjadnar og knø) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

 

- 98.000 kr. til pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

- 346.000 kr. til Barna- og ungdómspsykiatri á Landssjúkrahúsinum

 

- Umframt játtan til 19 onnur øki innan Sjúkrahúsverkið (eitt nú magatarmskurð, urologi og æðraknútar)

 

- At veita borgarum trygga og skjóta heilsutænastu er eitt av okkara fremstu málum. Vit fegnast um, at hetta átakið, sum sjúkrahúsini í felag hava lagt til rættis, hevur eydnast væl higartil. Tað er mín vón, at vit náa málinum, sum er sett fyri árið, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Betri tænastur til borgarar

 

Hóast tað er avbjóðandi at stýra bíðilistum, arbeiðir Sjúkrahúsverkið støðugt við at betra viðgerðartíðirnar. Júst hendan raðfestingin ger stóran mun, og hevur beinleiðis jaliga ávirkan á tann einstaka sjúklingin.