EB/Streymur fer eftir øllum at døma at styrkja seg til seinnu hálvu av Formulaildini. Hesum váttar formaðurin í EB/Streymi, Rólant Højsted, fyri Portalinum.
Hann váttar at tað er upp á tal, men einki er endaliga avgjørt enn. Somuleiðis váttar hann, at talan er um ein miðvallara og ein áleypara.