Todi
Flestum kunnugt, so boðaði Todi Jónsson frá, at hann nú aftur er til reiðar at tørna út fyri Føroyar, tá altjóða uppgávur standa á skránni. Eini boð, sum hjá teimum allar flestu má metast sum gleðiligt. Eisini hjá landsliðsvenjaranum, sum beinleiðis segði, at talan var um ein »kæmpegevinst« fyri landsliðið.
Hóskar til stílin
Tað er heldur einki at ivast í, at ein leikari í tí flokkinum, sum Todi er í, eigur at vera ein styrkur hjá landsliðnum. Spurningurin tykist bara vera, hvussu vit fáa sum mest burturúr hesum.
Sjálvur nart Todi eisini við spurningin á tíðindafundinum. Hetta tá hann av fjølmiðlunum varð spurdur, hvørt tað ikki var vandi fyri, at landsliðið kanska í ov stóran mun fór at leggja spælið eftir honum.
- Tað kann sjálvandi gerast ein trupulleiki, og tað var eisini sjónligt onkran av teimum dystunum, sum eg leikti á liðnum. Tað komst kanska eisini av tí, at vit ofta vóru undir stórum trýsti, og so er tað kanska lættasta loysnin at sparka langt niðan, í vónini um at eg kann skapa okkurt, ella kanska sleppa at renna kapp við verjuna.
- Hinvegin, so haldi eg ikki, at tann vandin er eins stórur nú. Longu undir Allan Simonsen byrjaðu vit spakuliga at flyta spælið longur niðan á vøllin, og sjálvt um vit ofta vóru ov bangnir til hetta, so hevur tað gingið framá. Við broyttu spælskipanini haldi eg eisini, at vit hava nógv betri fortreytir fyri at spæla sum eitt lið. Mínar royndir siga mær í øllum førum, at tað er munandi truplari at skora móti einum liði, sum spælir 4-4-2. Um liðið væl at merkja maktar at spæla hesa skipanina.
Og so helt Todi heldur ikki, at vit skuldu undirmeta hinar leikararnar á landsliðnum.
- Har eru jú leikarar, sum hava gjørt eitt gott arbeiði, fyri tað um eg ikki havi verið tøkur, og tað fara teir framhaldandi at gera. Og so haldi eg eisini, at spælistílurin hjá liðnum hóskar væl til mín. Eg veit, at eg havi ein skjótleika, sum ger, at eg kann bjóða mótstøðumonnunum av, og vónandi kunnu vit fáa gleði av hesum.
Sosiali týdningurin
Tað er óneyðugt at siga, at meiningarnar um fráveruna hjá Toda hava verið nógvar hesi trý árini, sum hann ikki hevur verið tøkur. Nú hann aftur er til reiðar, sigur Todi, at hann í øllum førum er til reiðar at geva se fult út, fyri at gagna liðnum best.
- Eg eri í øllum førum motiveraður til at spæla á landsliðnum. Tað hevur altíð verið nakað serligt í mínari verð, og tí ynski eg bara at gera tað allarbesta. Eg haldi eisini sjálvur, at eg havi nógv at geva landsliðnum, og samstundis vóni eg, at eg kann vera við til at hjálpa teimum ungu leikarum, sum nú koma inn á liði.
Og sum skilst á tí, sum var at hoyra seinni um dagin, so er heldur eingin ivi um, at Todi er førur fyri at hjálpa til í so máta.
Millum annað segði Óli Johannesen í samrøðu við Rás2, at hann ikki var í iva um, at tað var ein stórur styrkur hjá landsliðnum, at Todi nú verður við aftur. Ikki minst legði hann dent á tær dygdirnar, sum FCK-leikarin hevur uttan fyri vøllin, og tað vildi so ikki líkst klaksvíkinginum, um hansara persónligheit var broytt nakað munandi hesi seinnu árini.
Tað verður so sjálvandi upp til fyrst og fremst Henrik Larsen at fáa tað besta fram í Toda. Ein síða, sum vit higartil hava sæð í flestum av teimum 43 dystunum, sum hann higartil hevur havt á liðnum, og sum nú tíbetur síggja út til at gerast munandi fleiri í tali.