Styrktir toftamenn

Einki er at ivast í, at EB/Streymur fer eftir sigrinum, tá teir í dag taka ímóti uppflytarunum av Toftum.

Heimaliðið noyðist tó at vera Bárð Olsen fyriuttan, tí hesin fekk reytt kort í seinasta dystinum hjá EB/Streymi.

Hjá B68 eru spæliloyvini hjá málverjanum, Vlada Filipovic, og áleyparanum, Keita, nú komin í rættlag, og teir báðir eru heilt víst í hópinum Tað er Øssur Hansen eisini, nú veteranurin hevur funnið sær gaggurnar fram aftur.