Í gjár gjørdist greitt at danska felagið, Brabrand, ið spælir í næstbestu donsku deildini, hevur styrkt seg við fyrrverandi NSÍ leikaranum, Nicolaj Køhlert, sum alt kappingarárið í 2016 var partur av hópinum hjá runavíkingum.
Hetta er ikki fyrsta ferðin at felagið styrkir seg við leikara, sum fyrr hevur spælt í Effo-deildini. Í hópinum hjá Brabrand eru ikki færri enn fýra leikarar, sum hava royndir úr Effo-deildini.
Teir eru Mads Rosenberg, sum í 2014 spældi við B68. Hann hevur spælt við danska Brabrand øll árini síðani hann flutti til Danmarkar aftur úr Føroyum. Eisini Kenan Hajdarevic, sum kappingarárið 2015 spældi fyri KÍ, spælir við Brabrand.
Seinast eru tað so eisini fyrrverandi NSÍ leikararnir, Nicolaj Køhlert og Tobias Olesen, ið nú spæla fyri danska felagið, Brabrand.
Brabrand flutti í summar upp úr triðbestu donsku deildini í næstbestu donsku deildina, har felagið fyrstu níggju dystirnar hevur fingið átta stig.