Generalmajorurin, Andrij Kovaltsjuk, telist millum hægstu hernaðarleiðarar í Ukraina. Hann sigur við Sky News, at Ukraina styrkir seg móti møguligum russiskum álopum úr norðri.
Hann heldur tað slett ikki vera óhugsandi, at Russland fer at gera enn eina roynd at taka ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, í endanum av februar næsta ár. Tað var júst í februar í ár, at royndin hjá russum miseydnaðist.
Andrij Kovaltsjuk sigur, at tað heldur ikki er óhugsandi, at teir harðastu bardagarnir við russar enn ikki hava verið.
- Jú, hetta er ein møguleiki, og vit fyrireika okkum til eina nýggja roynd hjá russum. Tað er okkara uppgáva. Vit meta, at álop kunnu koma úr Hvítarusslandi í endanum av februar, sigur hann við Sky News.
Sum skilst, er Andrij Kovaltsjuk millum "arkitektarnar" aftanfyri sterku ukrainsku mótstøðuna, sum seinastu mánaðirnar hevur megnað at rikið russar aftur á fleiri hermótum.
Generalmajorurin heldur, at Ukraina framhaldandi kann vinna kríggið mót Russlandi.
##med2##