Styrkja seg kring alt landið

Nú ætlanin er at útbyggja psykiatrisku viðgerina kring landið, fer Sinnisbati nú at stovna lokalfeløg kring alt landið. Fyrsta felagið verður stovnað á almennum fundi í Suðuroy í kvøld

Sinnisbati

Nú fer felagið Sinnisbati at styrkja seg kring alt landið.
Sinnisbati er felagið hjá teimum sálarliga sjúku og í royndunum at menna felagið, er ætlanin nú at stovna lokalfeløg kring alt landið.
Og tað fyrsta lokalfelagið hjá Sinnisbataverður stovna í Suðuroynni í kvøld.
Í hesum sambandi verður skipað fyri almennum hugnakvøldið á Hotellinum í Øravík í kvøld klokkan 19.30, har øll eru vælkomin.
Lokalfeløgini skulu røkja sambandið við limirnar í lokaløkinum og felagið skal eisini skipa fyri fundum fyri at kunna fólkið, kommunustýrislimir og onnur um, hvat rørist á økinum og um, hvørjar ætlanir eru.
Ætlanin er at fimm fólk skulu manna nevndina í lokalfelagnum.
Á fundinum fer forkvinnan í Sinnisbata, Soffi Egholm, at greiða frá arbeiðnum hjá Sinnisbata nú, og framyvir.
Eitt umboð fyri Almanna- og Heilsumálaráðið fer at greiða frá um framtíðarætlanir innan psykiatri.
Eisini fer Ólavur Rasmussen, prestur í Hvalba at tosa um evnið: Menniskjað í miðdeplinum.
Tróndur Enni fer at kryddað kvøldið við sangi og tónleiki.
Tað var á aðalfundinum fyrst í ár, at Sinnisbati avgjørdi at stovnalokalfeløg kring landið.
? Síðani tá hava vit bíðað eftir at vita, høvrjar ætlaninr, landsstýrið hevur á økinum, sigur Soffi Egholm.
Og hon fegnast um, at landsstýrið hevur raðfest økið rættiliga ovarliga og hevur arbeitt skjótt við at leggja eina ætlan fyri psykiatriini um alt landið.
Hon sigur eisini, at hon er ógvuliga fegin um ætlanina hjá landsstýrinum, tí tað er ein sera góð ætlan eftir hennara tykki.