Styrkisroynd á Strondum

Í alt tóku 36 bátsmanningar – harav 8 barnamanningar – lut í kappróðrinum á várfagnaðinum á Strondum leygardagin

Kappróður

 

Hjá fleiri bátum var stevnan á Strondum seinasta styrkisroyndin undan norðoyastevnuni, sum verður í Klaksvík um vikuskiftið.

Og tó at talan fyri tað nógva var um javnar róðrar, so vóru í nøkrum greiðar ábendingar um, hvør báturin er tann, sum skal takast, um nøkur vón skal verða um gull á nakrari stevnu. Soleiðis hevði Havfrúgvin mest sum framsýningarróður í dreingjaróðrinum, har munurin aftur til næsta bátin var heili 10 sekund.

Tað er ein munur, sum verður sera trupul at taka aftur hjá hinum bátunum longu á norðoyastevnu, men í øðrum bátastøddum er kappingin millum fremstu manningarnar sera hørð. Ikki minst hjá 6-mannaførum við monnum, har Sundabáturin, Tvørabáturin og Riddarin allir tykjast vera væl fyri.

Stóri spurningurin í ár hevur verið, hvussu lagna verður hjá 10-mannaførunum. Til FM-stevnurnar er áhugin nú kortini somikið stórur, at talan verður um kappróður, men á Strondum var eingin 10-mannafarsróður. Og heldur ikki var nakar róður hjá 6-mannaførum við kvinnum. Ein bátastødd, har luttøkan hevur verið lítil seinnu árini, og har Jarnbardur hevur verið í flokki fyri seg.