Styrkislutfallið millum Euro og Dollar

Styrkislutfallið millum Euro og Dollar í farnu viku bleiv merkt av, at meldurstormurin Katrina herjaði í USA og gjørdi nógv størri kaos har, enn nakar hevði væntað. Hetta sigst at vera versta hurricane í amerikanskari søgu. Oljuprísirnir eru í toppi og liggja um 70$ fyri tunnuna. Benzinprísuriní USA er hækkaður meira enn 20%, og vandi er fyri búskaparligari stagnatión. Óvissan valdar, og hetta hevur minkað um virðið á dollara, og euran er tí lutfalsliga gingin upp.
  Men eisini á tí búskaparliga økinum annars vóru minni góð tíðindir úr USA. Forsøgnir hava higartil væntað ein vøkstur uppá 3,4% uppá árið, men nú tølini fyri annað kvartal eru gjørd uipp, eru útlitini sett niður til 3,3%. Hetta hevur einki við meldurstormin at gera.
  Á europeisku síðuni eru smáir glottar. Arbeiðsloysistalið er farið eitt lítið sindur niður bæði í Frankaríki og Týsklandi