Kvinnurnar hjá Stjørnuni vóru í einari styrkiroynd á útivølli fyri viku síðani, tá tær taptu við einum máli í Vági, men hesa ferð skulu tær á heimavølli taka ímóti føroyameistarunum í Neistanum, sum í sínum fyrsta dysti vann á StÍF við 24 málum! Her kann tí væntast ein ábending um, hvussu liðini í veruleikanum eru fyri.
Tað sama er sjálvandi eisini galdandi fyri hin kvinnudystin, sum verður á Hálsi í Havn, har Kyndil tekur ímóti VB. Kyndil spældi javnt í Vestmanna og VB vann, sum sagt, við einum máli á Stjørnuni, so onkrar ábendingar liggja eftir, tá hesin dysturin er liðugur.
Í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum er kanska ikki talan um styrkiroyndir upp á sama máta, tí á pappírinum er dysturin í Hoyvíkshøllini millum H71 og Neistan neyvan ein, ið verður púra javnur og spennandi, og helst er tað sama neyvan heldur væntandi av dystinum á Hálsi millum Kyndil og KÍF. Neistin og KÍF vunnu bæði sínar fyrstu dystir, og skuldu verið greiðir favorittar at gera tað aftur hesa ferð.