Styrkir parlagið

Í 2002 var Elsa í Garði samskipari fyri fyrsta Teleiosparskeiðnum í Føroyum. Endamálið við skeiðinum er at læra fólk, sum liva í parlagi, betur at samskifta hvørt við annað. Seinastu árini hava fleiri fólk verið á vælumtóktu skeiðunum, og undirtøkan hevur altíð verið góð. Elsa metir, at øll pør kunnu betra um parlagið við amboðunum, tey fáa á skeiðinum

Ein apubamsa liggur á borðinum í sera tjekkaðu andlistviðgerðarstovuni á Hoydalsvegi í Havn. Hóast brúna mjúka bamsan sær út til at vera lend á skeivari planet, eigur hon at liggja har. Tí bamsan er partur av parskeiði, sum Elsa í Garði er við til at samskipa. Teleiosskeiðið er ein røð av altjóða skeiðum, har eitt nú samskiftið hjá pørum er til viðgerðar.

– Uttanífrá kann tað síggja ordiliga gott út hjá pørum. Bæði hava gott starv, tey eru vøkur á at líta, hava fitt børn og alt sær barasta so perfekt út. Men fyri tað um maðurin og konan virka væl hvør sær, kann tað væl vera, at tey als ikki duga at práta saman um trupulleikarnar. Tí meta vit, at samskiftið er tað týdningarmesta, pør kunnu læra. Duga tey tað, so fellur alt annað lættari upp á pláss, sigur Elsa í Garði.

– Læra tey hetta á skeiðinum, so kann tað avgjørt bjarga einum parlagi, sum er um at detta sundur, sigur Elsa í Garði.

Skeiðið varir eitt vikuskifti, og tað er ikki tung sálarfrøði, sum er á skránni. Heldur er tað í lættari endanum, við amboðum, ið pør saktans kunnu brúka í dagligdegnum.

Eitt nú verður omanfyri nevnda apan nýtt.

– Tað at brúka eina bamsu ger beinanvegin tónan nógv lættari. Hetta fær fólk at slappa av, og so tora tey betri at práta, sigur Elsa í Garði.

Hóast apan sær skemtilig út, so er hon ofta ein stórur trupulleiki í einum parlagi.

– Vit kenna øll hatta har við at geva apuna víðari. Eitt nú eru vit kvinnur ofta í so dugnaligar at lova mennirnar út til vinkonurnar, um tær kanska hava brúk fyri hjálp til at mála ella at smíða. Hinvegin kunnu menninir finna uppá at bjóða konurnar út til at baka eina køku ella gera døgurða, uttan at spyrja tær. Tí er gott at hava apuna í hondini og ikki geva hana víðari, uttan ein hevur spurt hin um loyvi, sigur Elsa í Garði.

Skeiðið snýr seg ikki bara um at práta, men eisini at læra at lurta. Her verður ein pappírslepi havdur á lofti, ið sigur, at nú hevur viðkomandi orðið, og hin parturin skal lurta og tiga. Hetta amboðið er so gott, at Elsa og maðurin ofta brúka tað heima.

Elsa vísur á, at ímeðan pør røkja børn, arbeiðið, vinfólk og frítíðarvirksemi sera væl, so gloyma tey ofta at røkja parlagið.

– Tað kann tykjast løgið, at ein sigur við mannin, at týsdagin klokkan átta skulu vit práta saman um okkurt ávíst. Men vit, ið halda Teleiosskeið, er á einum máli um, at hesir innanhýsis fundir, kunnu loysa tvístøður somikið væl, at teir kunnu skapa eitt sera gott parlag.

 

Øll kunnu verða við

Tað eru eini fýra ár síðani, at fyrsta Teleiosskeiðið varð hildið í Føroyum. Parskeiðið, sum er at finna kring allan heim, hevur sín uppruna í einari doktararitgerð hjá einum amerikanskum presti. Hóast tað er grundað á kristin virði og er tvørkirkjuligt, so skulu pør, sum ikki brúka tað andaliga í sínum gerandisdegi, ikki setast aftur.

– Nei, hetta skeiðið er avgjørt fyri øll pør. Øll kunnu verða við. Líkamikið um tey eru gift ella ógift, ung ella eldri, hava útbúgving ella ikki, ella eru kristin ella ikki. Amboðini, ið givin verða, kunnu øll pør fáa ágóðan av, sigur Elsa í Garði.

Skeiðini, ið hava verið seinastu árini í Føroyum, hava hepnast væl, og pørini hava latið ógvuliga væl at.