Styrkin á rákinum avger sjálvsmittu

Firðir við lítlari útskifting av sjógvi vísa seg at hava hægri sjálvsmittu enn firðir við góðari útskifting.

 

Vísindagreinin "The effect of exposure on sea lice population dynamics in faroese salmon farms" er komin út í altjóða tíðarritinum, Aquaculture Environment Interactions. Høvuðsrithøvundur til greinina er Esbern Patursson.

 

Greinin byggir á masteruppgávu, sum hann gjørdi í samstarvi við Fiskaaling og vardi á DTU í 2013. Hinir rithøvundarnir eru Knud Simonsen og Øystein Patursson, báðir granskarar á Fiskaaling, og André W. Visser, professari á DTU.

 

Á Fiskaaling vísa tey á, at umrødda grein lýsir eitt greitt samband millum styrkina á rákinum og útskifting av sjógvi - og so sjálvsmittu av laksalús á einum firði, har aling fer fram.

 

- Útskifting av sjógvi er í høvuðsheitum drivin av feskvatni, sum rennur út í fjørðin, muninum millum flóð og fjøru og av sjóvarfalsrákinum uttan fyri fjarðamunnan, ið dregur sjógvin inni á firðinum við sær. Út frá tølum fyri hesar tríggjar drívmegirnar var eitt vísital gjørt fyri flestu alifirðir í Føroyum.

 

Fiskaaling hevur talt lús á føroysku alibrúkunum fyri vinnuna síðan 2009. Fyri hvørja einstaka útsetu hevur verið hugt eftir, hvussu vøksturin var í lúsatølunum fram til fyrstu viðgerð ella til tøku, um eingin viðgerð var neyðug.

 

- Sjóvarhitin hevur stóran týðning fyri trivnaðin hjá laksalús, og hetta er væl kent, verður lagt aftrat,


Á Fiskaaling vísa tey á, at tá ávirkanin av hita varð tikin burtur úr lúsatølunum, sást greitt samband millum vísutalið fyri útskifting av sjógvi á firðinum og vøksturin í lúsatølunum: Firðir við lágum vísitali fyri útskifting vístu seg at hava hægri sjálvsmittu, og firðir við høgum vísitali fyri útskifting høvdu lítla ella onga sjálvsmittu.

 

- Vindurin er rættiliga skiftandi í Føroyum og hevur avgjørt ávirkan á rákið á firðunum. Tó, sæð yvir eitt tíðarskeið av stórum parti av einari útsetu, so sæst hetta bert í lítlan mun aftur í samlaðu útskiftingini og er ikki tikið við í hesum umfarinum.

 

Samanumtikið halda tey á Fiskaaling, at nevnda grein lýsir ein einfaldan hátt at flokka alifirðir í mun til kreftirnar, sum dríva útskiftingina av sjógvi á firðinum, eins væl í hvønn mun teir eru sjálvsmittandi fyri laksalús.