Styrkin er stór og hugburðurin skal bera langt

Ikki minst á heimavølli leita orkumiklu menninir í Klaksvík eftir stílinum, sum teir skulu nýta sum amboð at berja seg nærri visiónsmálinum

Tað er aftur vorðið hugaligt at umboða KÍ, skipanarliga hevur felagið flutt seg nógv, karmarnir inni og úti eru um at verða, sum teir eiga at vera í felag við so stoltari søgu, og ferð er komin á klekingina av spælarum. Málið hjá Tony Paris og hansara monnum er at vinna FM í seinasta lagið í 2009.
Avrikini og úrslitini tvey tey seinastu árini hava víst, at nú verður farið væl og miðvíst um fyri at fáa góðar spælarar burtur úr nógvu talentunum. Hugburðurin er, at tá ið tað støðugt eru so nógvir klaksvíkingar, sum flyta av landinum og til onnur feløg í Føroyum í fótbóltsørindum, so er í KÍ neyðugt at klekja uppaftur fleiri góðar spælarar.
Uppskriftin at halda tørn um endastøðuna í fjør og kanska at betra um hana er at spælararnir eru ógvuliga væl fyri kropsliga, og at teir hava rætta hugburðin. Úthaldnið, styrkin og skjótleikin vísa seg at vera á góðari leið. Fyritreytirnar undir góðum hugburði verða mettar at verða betri, enn tær vóru í fjør, tí felagsskapurin sigst vera styrktur.
Í fyrireikingunum hevur tað tó víst seg torført alla leiktíðina at varðveita góða hugburðin og eyka avrikið, sum skal til, um klaksvíkingar skulu standa seg heilt væl. Spælaratilfarið er soleiðis samansett, at KÍ fyrst og fremst fer at arbeiða og stríða seg til úrtøku, og higartil hevur tað víst seg, at tað skulu nógvir møguleikar til fyri at fáa mál.

Útlendingar í front
Ábyrgdin fyri framrættaða partinum er á útlendskum hondum, eftir at Hjalgrím Elttør er burtur. Paul Clapson, Gunnar Nielsen og Chris Ceroni stríðast saman við Erlingi Fles um tvey tey fremstu plássini. Útlendingarnir hava ikki í fyrstu dystunum víst seg at vera hvassir frammanfyri mótstøðumálinum.
Kaj Ennigarð er komin úr GÍ, og hann hevur víst seg at vera sannan brand. Bæði í miðverjuni, har hann hevur spælt saman við álitisfulla veteraninum Jan Andreasen, og í hinum endanum, har hann í deyðbóltsstøðum hevur víst framúr máltev.
Besti bóltspælarin seinastu árini, Atli Danielsen, er fluttur til Danmarkar. Tað hevur flutt ábyrgdina av miðvøllinum á aðrar herðar, og tað verður ikki minst hugburðurin og arbeiðsorkan hjá miðvallarunum, sum verður við til at avgera, um KÍ fer at taka seg nærri plássinum, sum teir hava sett sær fyri at røkka í seinasta lagi í 2009.
Heimavøllurin plagdi at vera stolti skansin hjá KÍ. Soleiðis hevur ikki verið seinastu árini. Um tað aftur eydnast at fáa væl fleiri stig á heimavølli, enn mótstøðuliðini fáa við sær úr Klaksvík, so sær ikki so svart út.