Styrkið tolsemið og javnrættindi

Tíðindaskriv

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag


Týskvøldið 27. mars 2007 hevði Suðurstreymoyar Javnaðarfelag aðalfund.

Fundarfólkið umrøddi m. a. tann skelkandi rasistiska tilburð, ið fór fram í Havnargøtum sunnumorgunin, har vit enn einaferð upplivdu, at ein ungur medborgari var útsettur fyri einum grovum álopi og harðskapi, einans tí hann onkursvegna er annarleiðis enn meirilutin. Fyri stuttum var ungur havnarborgari álopin vegna kynsligan samleika. Hesaferð var húðarlitur umbering hjá valdsmonnum.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag átalar og harmast slíkar tilburðir. Tað er okkara innasta sannføring, at vit øll hava sama rætt at liva og virka – uttan mun til húðarlit, trúðarliga sannføring ella kynsligan samleika.
Og tað er okkara sannføring, at tað er okkara felags ábyrgd, at vera á varðhaldi og verja rættin hjá tí einstaka at liva og virka.
Vit ásanna, at ikki minst politiska umhvørvi – løgting, landsstýri, kommunalir myndugleikar, politiskir flokkar og onnur, mugu samstarva fyri at berja niður teir fordómar og ta snævurskygni, ið er upprunin til hetta happingarlag.
Vit ásanna, at áhaldandi upplýsing er neyðug fyri at fyribyrgja at slíkt kemur fyri í okkara samfelag.

---

Væl av fólki var á fundinum og lívligt orðaskifti var um politisku støðuna. Í samband við aðalfundin greiddu býráðsumboðini Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen og Elin Lindenskov frá um arbeiði í býráðnum og ætlaninar framyvir.
Á aðalfundinum stóðu Katrin Gaard og Ann-Elisabeth Joensen fyri vali. Báðar vóru afturvaldar. Bente Kjær var nývald fyri Joan Ziskason, sum ikki ynskti at halda fram í nevndararbeiðinum. Afturat teimum sita Kári Mortensen og Bergur P. Dam í nevndini. Eykalimir eru Elsba Olsen og Ragnhild Olsen.