Parker Donham er umboðsmaður hjá Adrian Noskwith, sum er størsti privati íleggjarin í Atlantic Airways.
Tað var hann, sum í farnu viku sendi út skriv um nevndarvalið í Atlantic Airways, og í kjalarvørrinum á hesum sigur Johan Dahl í dag, at tá hann situr við 67% av partapeninginum, er tað sjálvandi hann, sum ger av, hvør verður nevndarlimur og nevndarformaður.
- Hatta eru áhugaverd sjónarmið um Corporate Governance. Altso leiðreglurnar um góðan leiðslusið, sum Johan Dahl sjálvur hevur viðtikið, og sum Atlantic Airways hevur fráboðað til marknaðin, sigur Parker Donham.
- Men hatta heldur altso ikki. Leiðreglurnar eru júst til fyri at verja smærru partaeigararnar. Tær loyva ikki, at ein landsstýrismaður stýrir einum felagi beinleiðis úr skrivstovuni úr Tinganesi, men tað er júst tað, sum Johan Dahl ger.
- Og hetta er beinleiðis skaðiligt fyri felagið. Tað vildi tað verið fyri eitt og hvørt felag. Eg veit væl, at Johan Dahl hevur eitt ynski um lægri prísir á ferðaseðlum. Men politisk stýring av hesum slagnum kann bara skaða felagið – og harvið geva hægri ferðaseðlaprísir, sigur Parker Donham við in.fo.
- At hann so eisini kallar okkara skriv fyri spamm, vísir bara, hvussu lítisverdar hann heldur minnilutapartaeigararnar í Atlantic Airways vera. Noskwith hevur fullar rætt til at spyrja, hví landsstýrismaðurin brýtur sínar egnu reglur, men hetta leggur Johan Dahl eftir øllum at døma einki í.
Lesið eisini: Magni og Bergur kennast ov væl
Spurdur, um hann í dag hevur álit á eini føroyskari einskiljing, sigur Parker Donham, at tað hevur hann ikki.
- Landsstýrið hevur prógvað, at her er mann til reiðar at bróta tær reglur, sum tú annars sjálvur hevur samtykt. Eg eri ikki í iva um, at ein og hvør útlendskur íleggjari, sum kennir tað minsta til søguna hjá Atlantic Airways, er serstakliga afturhaldandi við síni íløgu, um nøkur føroysk einskiljing aftur kemur á breddan.
- Mær dámar illa at taka ov harðliga til. Men á ein hátt minnir hetta um støðuna í Eystureuropa, eftir at jarntjaldið var fallið. Tá gjørdu nógvar vesturlendskar fyritøkur íløgur í nýggja marknaðinum, men brádliga broyttist fortreytir, ella vórðu aktiv tikin frá fyritøkunum. Vit eru kanska ikki heilt so langt úti her, men gongdin gevur minnir um tað sama.
- Tá Adrian Noskwith gjørdi hesa íløguna, var fortreytin púrasta greitt, at hetta bara var fyrsta stigið í eini einskiljingartilgongd, har næsti triðingurin av partabrøvunum seinni skuldi lýsast til sølu. Samstundis var tað púrasta klokkuklárt, at armslenght-prinsippið var galdandi, soleiðis at felagið á ongan hátt var offur fyri politiskari uppíblanding. Hetta hevði eisini galdandi øll árini, sum landið átti 100% av partapeninginum, so vit høvdu ikki orsøk at halda nakað annað. Men vit mugu bara staðfesta, at Johan Dahl ikki virðir hetta grundleggjandi prinsipp, sigur Donham, sum saman við Noskwith fleiri ferðir hevur roynt at fáa landsstýrismannin at taka stig til at betra um viðurskiftini við privatu íleggjararnar.
- Vit hava sett fram trý uppskot. At landsstýrið koyrir víðari við einskiljingini, soleiðis at næsti triðingurin verður seldur. At landsstýrið bakkar tilgongdini og keypir partabrøvini aftur, ella at reglur verða ásettar, sum geva smærru partaeigarunum fyrimun í atkvøðum ella vinningsbýti, hóast hetta seinasta neyvan er nøkur góð loysn, um skaðiliga politiska uppíblandingin heldur fram. Men higartil hevur hetta verið nyttuleyst, staðfestir Parker Donham.