Síðani HB tíðliga fríggjamorgunin kom aftur úr Ísrael eftir 7-2 tapi í Haifa hóskvøldið, hevur liðið fyrireikað seg til stóru avbjóðingina, sum tað verður at spæla í Gundadali í kvøld ímóti Maccabi Haifa.
Fyri einari viku síðani varð Heðin Hansen vístur av vølli, tá ið hann sá gula kortið fyri aðru ferð. At HB stóran part av seinna hálvleiki var undirmannað kostaði – saman við hitanum – stórtapið, tí heimaliðið skoraði síðstu løtuna trý mál.
Tað er stórur saknur í leikbannaða Heðini Hansen, sum er stýrimaður á miðvøllinum, men í HB vóna teir, at tað fer at bera til at skipa liðið soleiðis, at saknurin í Heðini Hansen ikki verður so stórur.
-Tað er stór kapping um plássini á liðnum, og vit rokna við, at tað fer at bera til, sigur Daniel Johansen, sum er vongverji í vinstru, og sum við brotssparki skoraði annað málið í Ísrael.
Fyri einari viku síðani var Adrian Justinussen ikki á vøllinum í seinna hálvleiki. Hann var illa taklaður nakað fyri steðgin, og tað sæst, at hann var darvaður og ikki førur fyri at spæla við fullari ferð.
-Eg eri tøkur aftur. Tað vísti seg at vera dygt slag inn á knæið, sum hovnaði nógv, og so bar ikki til at renna við fullari ferð. Hetta darvar ikki, og eg eri førur fyri at spæla, sigur Adrian Justinussen.











