Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðreftirlønargrunnin - Samhaldsfasta - hevur havt fund seinnapartin.
Á fundinum var áheitanin um at hækka útgjaldið úr grunninum viðgjørd.
Løgtingið hevur avgjørt at hækka inngjaldið í grunnin, men heitti samstundis á stýrið um at hækka útgjaldið samstundis.
Hetta verður gjørt, so pensjonistarnir ikki missa pening, tá ið nú grundupphæddin í fólkapensjónini minkar. Tilsamans fer gjaldið úr Samhaldsfasta at hækka um 900 krónur.
-Vit hava viðgjørt málið og fylgt áheitanini frá landsstýrinum. Hetta er eitt viðkvæmt mál, tí hyggja vit eini 30-40 ár fram, so ávirkar hvør 10-króna ómetaliga nógv gjøgnum so nógv ár, sigur formaðurin í stýrinum, Annfinn V. Hansen, advokatur.
Broytingarnar í pensjónunum koma í gildi beinanvegin.