- Vit hava fingið eitt skitsuuppskot, sum nú skal takast við í fíggjarætlanina, við tí fyri eyga at kunna byrja í næsta ár, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.
Talan er um 27 grundstykkir, harav 18 kunnu rokna at verða umbiðin, tí tað er bíðilistin hjá Vestmanna kommunu til grundstykkir í bygdini.
- Talan er fyri tað mesta um vestmenningar, men nøkur avbygdafólk eru eisini uppi á, sigur Pauli T. Petersen.
Fólkatalið í Vestmanna er við at koma uppaftur á fólkatalið, sum tað var fyri nøkrum árum síðani og 01. januar í ár var fólkatalið í Vestmanna 1212 fólk. Seinastu 10 árini hevur fólkatalið annars verið óstøðugt í Vestmanna frá 1253 í 2009 tá tað var hægst, til 1162 í 2013 tá tað var lægst.
Hetta er fyrstu ferð í eini 15 ár, at grundstykkir aftur verða til sølu í Vestmanna.