Stuttskygdur politikkur og tilfeingisgjald

Hóast bjørt búskaparútlit, so er talan ikki um rósandi orð, tá føroyskur fiskivinnupolitikkur verður umrøddur í búskaparfrágreiðingini hjá danska Tjóðbankanum

Búskaparfrágreiðing

Fyri tað nógva er talan mest sum um einvíst positiv búskapartekin í búskaparfrágreiðingini hjá danska Tjóðbankanum.
Men tá skrivað verður um røkt av føroysku fiskastovunum, eru orðini tó ikki eins lovandi.
Eitt nú verður funnist at løgtinginum, tí hesir reka ein stuttskygdan fiskivinnupolitikk, har bráðfeingis áhugamálini hjá vinnuni verða tikin framum langtíðarmálið at byggja upp toska- og hýsustovnin. Ein gongd, sum í longdini hevur eitt verri avkast við sær, enn ein miðvís stovnsrøkt hevði havt tað.
Niðurgongdin í serliga toskafiskiskapinum verður tó uppvigað av vøkstri í bæði prísi og nøgd í upsafiskiskapinum, eins og fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum er øktur. Eitt nú er fiskiskapurin eftir havtasku tvífaldaður tey bæði seinnu árini, soleiðis at hesin nú er 10% av inntøkugrundarlagnum í fiskivinnuni.

Tilfeingisgjaldið
Hartil nertir frágreiðingin eisini við spurningin um tilfeingisgjald í fiskivinnuni. Ikki minst verður sagt, at talan er um yvirnormalan vinning í pelagisku vinnuni, meðan hesin ikki er eins stórur í øðrum pørtum av fiskivinnuni. Hetta tí rentan her í nógv størri mun verður býtt í veiðiliðnum, har veiðiloyvini eru fleiri, enn fíggjarliga gongdin í sjálvum sær borgar fyri. Ein politikkur, sum hevur havt við sær, at effektiviteturin í hesum parti av vinnuni er væl lægri, enn hann annars vildi verið, verður sagt í frágreiðingi.