Stuttligur fólkafundur á Doktaragrund

Nógv fólk var aftur í ár komið saman á Doktaragrund, tá Unga Tjóðveldi skipaði fyri fólkafundi, og aftur í ár rungaði láturin millum húsini út Reyni.


<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$Fólkafundurin á Doktaragrund hjá Unga Tjóðveldinum gjørdist sera stuttligur úr enda í annan, við fýra so ymiskum&nbsp; monnum á røðaralistanum sum Tórbjørn Jacobsen, Carl <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Johan Jensen&quot;$?$end$!$Johan Jensen</st1:PersonName$?$end$!$, George W. Bush og Høgna Hoydal var talan um eina sera undirhaldandi løtu, fyri teir nógvu áhoyrarnar.<BR> 
Tórbjørn Jacobsen legði fyri við røðu, ið var ein útbygd útgáva av kantaturøðuni, ið vegna streymslit ikki hoyrdist á Tinghúsvøllinum. Skemtiligi tingmaðurin úr Eysturoynni helt fyri, at nú fasistarnir í SEV høvdu sløkt fyri streyminum fyri at forða honum í at vera hoyrdur, mátti hann taka aftur í aftur røðuna. Henda útgáva var tó mundandi meiri eksplosiv. Eins og grønlendski kollegain hjá Tórbirni segði um grønlendarar fyri fáum vikum síðan, segði Tórbjørn í røðuni, at Føroya fólk leið av Stockholmssyndrominum. Eisini varð løgmaður kallaður ein trivalig donsk jukeboks.
 
Carl <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Johan Jensen&quot;$?$end$!$Johan Jensen</st1:PersonName$?$end$!$ las tragikomiska monologin, ið hann hevði skrivað til bókmentaløtuna á G!. Sum vant var talan um orðaspæl í heimsflokki, og áhoyrararnir máttu gera sær ómak fyri at skilja monologin, men hetta gjørdi ikki so nógv, tí tað sum vit skiltu var stuttligt.<BR> 
Stuttligasta innslagið átti tó sjónleikarin <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;J?annes Lamhauge&quot;$?$end$!$Jóannes Lamhauge</st1:PersonName$?$end$!$, ið framførdi eina frálíka George W. Bush herming. Við lívverjum kom Bush yngri á Doktaragrund, og láturin tagnaði ikki, fyrr enn hann fór aftur væl vardur av lívverjum. Hann skeyt m.a. upp, at Tinganes varð gjørt um til ein McDonalds, soleiðis at allir hesir klænu føroyingarnir fingu eitt sindur av amerikanska fitanum.<BR> 
Høgni Hoydal átti síðstu orðini, og formaður Tjóðveldisfloksins hevði eisini skemt við í røðuni, tá hann samanbar føroyska politiska pallin við Fínt skal tað vera, m.a. var <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;J?annes Eidesgaard&quot;$?$end$!$Jóannes Eidesgaard</st1:PersonName$?$end$!$ Hyacint Javnaðarflokkurin ræðslusligna grannakonan Elisabeth, Fólkaflokkurin Sheridan og Tjóðveldisflokkurin Onslow, Jóhan Dahl var sjálvandi senili pápin, ið royndi at rýma, men hvørja ferð skjótt var fangaður og læstur inni aftur. <BR> 
Millum røðurnar spældi Uni Debess løg, ið hann hevði skrivað til yrkingar hjá langabba sínum Nyholm Debess. Talan var um vøkur fólkatónleikakend løg, ið tó vóru merkt av vanliga blúsandanum, ið Uni hevur gjørt sín egna.