Stuttligt upplivilsi - keðiligt úrslit

Rás 2: Tað sigur Sigmund Nolsø, sum í dag fekk størri leiklut á føroyska liðnum enn áður

Føroyar spældu í dag annan dystin til HM-undankappingina í Italia, tá Føroyar taptu 28-20 móti Rumenia, eftir hálvleiksstøðuna 15-10.

 

Eftir dystin hevði Tróndur Arge, ið er staddur í Bolzano í Italia, samrøður við nakrar úr føroysku ferðaleguni. Ein av teimum var Sigmund Nolsø úr H71, sum í dag fekk størri leiklut á føroyska liðnum, enn hann áður hevur fingið.

 

Til ber at hoyra samrøðuna hjá Trónd Arge við Sigmund Nolsøe, við at trýsta á pílin undir myndini.