Stuttligt, spennandi og strævið

Tað gjørdist eitt brak av einum dysti, tá Føroyar og Caymanoyggjar møttust í Baltichøllini í gjárkvøldið. Fimm sett máttu til, og Føroyar yvirlivdu tríggjar settbóltar til Caymanoyggjar, áðrenn sigurin var veruleiki

FLOGBÓLTUR

 

Higartil hevði føroyska spælið verið eitt sindur »annaðhvørt ella«, men í gjárkvøldið gjørdist talan um eitt brak av einum dysti, har tú ikki kundi kenna teg vísan í nøkrum sum helst, fyrr enn alt var liðugt.

Føroyar vunnu fyrsta sett tepurt, 25-22, taptu annað sett líka tepurt, 23-25, og fingu so ein avsmurning frá Caymanoyggjum í triðja setti, sum endaði 17-25. Men tá mest stóð á, megnaði liðið at reisa seg, svara aftur og vinna fjórða sett 25-20.

Nú byrjaði dramatikkurin, tí Caymanoyggjar tóktust sterkari tað mesta av fimta setti, og hevði fyrsta sett- og matsjbóltin, tá støðan var 12-14, og tann næsta, tá tað stóð 14-15. Føroyar yvirlivdu, men megnaðu ikki at gagnnýta sín fyrra sett- og matsjbólt, tá støðan var 16-15, so framvegis var tað øgiliga spennandi.

Enn eina ferð fingu Caymanoyggjar møguleikan at vinna, tá støðan var 16-17, men føroyingarnir tóktust nú veruliga at hava funnið stevið, samstundis sum Caymanoyggjar gjørdu uppstillingsfeil og annað, ið at enda hjálpti til, so Føroyar megnaðu at vinna 19-17 eftir annan sett- og matsjbóltin.

Líka so syndarligt og strævið tað var at síggja trý tey fyrstu settini – serliga annað og triðja sett – líka so stuttligt var tað at síggja fjórða og fimta sett. Spurningurin er bara, um menninir ikki eru ov seinir í gongd, men tað fáa vit so at síggja…

 

 

FAKTA um dystirnar

Kvinnur: Føroyar-Gotland 3-0 (25-9, 25-2, 25-11)

Menn: Føroyar-Caymanoyggjar 3-2 (25-22, 23-25, 17-25, 25-20, 19-17)