PIPAR OG SALT í NORÐURLANDAHÚSINUM
Tekstur: Ingi Rasmussen
Myndir: Álvur Haraldsen
Stuttligt fyri tað mesta. Flatt til tíðir. Genialt í støðum.
Framførslan hjá Pipari og Salti livdi upp til høgu vónirnar, tá Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe høvdu fýra framsýningar í stúvstappaða Norðurlandahúsinum um vikuskiftið.
Fríggjakvøldið var ein sýning, leygardagin var ein og sunnudagin vóru tvær sýningar, og tað sigur alt um, at teir báðir hava fingið kultstatus og hava fullkomiliga endurnýggjað føroyskt skemt. Jákup og Sjúrði gjørdu eisini eitt rend á Vestanstevnu, so teir eru helst nakað moyrir eftir vikuskiftið, tí øll sýningin, sum hon var, var ein stór orkubumba, ið kravdi nógv av teimum.
Skótin kløkkaði
Framførslan byrjaði við einari friðarligari intro frá Kim og James, sum spældu undir. Men so kom skótin í Bø buldrandi og kløkkaði øll. Fólk spentu sansirnar og flentu í kíki, tá skótin dansaði solo og ýldi »Kikkilikkatjovtjov«, so høvdið stóð at bresta.
Støðið varð líkasum lagt, men snildisliga syrgdu Pipar og Salt fyri at skifta ímillum høgt tempo og friðarligar samrøður. Fyrstu løtuna flentu vit bara, tí vit vóru so glað fyri at síggja teir aftur. Aftaná hevði tú hug at síggja alt umaftur fyri at fáa detaljurnar við.
Eldri og búnari
Pipar og Salt eru búnaðir, og hóast nógvir persónar framvegis ganga aftur, so eru teir eisini vorðnir eldri.
Esmar Eysturoy er vorðin embætismaður í heilsumálaráðnum, kallar seg »Analytic Advisor«, og helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum um almennu umsitingina. Loysnin var at gen-spleysa Esmar, so øll umsitingin hugsaði eins. Og sum frá leið helt Esmar eisini, at tað fór at bera til, at øll í Føroyum fóru at at líkjast Esmari í bæði útsjónd og verumáta. Ein ræðandi tanki.
Esmar var aftur hesaferð eitt hæddarpunkt í sýningini. Hóast hann framvegis helt, at Guðrun var eitt sindur býtt, so viðgekk hann, at hann kundi ikki liva uttan hana. Og fyri at fáa hana aftur, noyddist hann á knæ at geva Guðruni eitt sóljutyssi við orðunum »tú ert mín Guðrun Sólja«.
Lortaland
Dálkingin og lortalívið í Vágsbotni slapp heldur ikki undan. Við »Frankfurter Algemeine« undir arminum filosoferaði Ábal um allar kukkarnar úr kloakkini í Tinganesi, sum flutu á bryggjuni. Eingin ivaðist, hvønn hann meinti við, tá hann stóð uppi yvir einum lítlum, klønum og hørðum og einum stórum, rundum og bleytum, sum stýra okkara landi, og hugleiddi »hvat sigur tú ikki nógv um lívið.«
Politikkurin fekk meira pláss hesaferð, og vit fingu at vita, at fólkafloksmenn hava langar fingrar, sambandsfólk eru deyv, javnaðarfólk liva av tí almenna og tjóðveldisfólk berjast, meðan sjálvstýrisfólk skifta meining og Jenis sveimar.
Baptistarnir fingu eisini sítt, og sambært Pipari og Salti eru teir vorðnir tystari enn áður. »Tað er tíðin«, segði Símun, sum eisini selur parabolir við ótespiligum innihaldi. Tað er í øllum førum heilt vist, at fólk fara at kalla tað at fáa sær ein lítlan fyri »at bukka beinini« og fara at siga »hey« í staðin fyri »skál«.
Rørandi genialt
Inkarneraði HB-arin, Kalle Mohr, er vorðin pensjoneraður, men hann møtir til hvørja kaffipausu og lokkar enn sum áður Børge at keypa sær eina øl.
Teir báðir fóru at tosa um hetta við ølini, samanbóru tað við blokkstuðul og »avhengigheit«, og tað var sera rámandi og skemtiligt, men tá Kalle Mohr einsamallur setti seg og varpaði ljós á lívið, ið er sum ein flættaður tráður, so var tað næstan rørandi.
So nógvar sketsjir vóru ? eitt nú ein fín um Prix-vinnararnar Gestir, ein suveren framførsla frá tí føroyska Elvis og ein um danskaran, sum er meira føroyskur enn føroyingar ? at ógjørligt er at nevna allar. Hvør var betri enn onnur.
Millum áskoðararnar sótu fleiri fólk frá ólavsøkukabarettini, og tey hava helst ilskast eitt sindur um, at Pipar og Salt hava flutt seg inn á teirra økið. Teir eru farnir at viðgera viðurskifti, sum eru uppi í tíðini, seta tey upp á rím, og eru í heilatikið vorðnir meira politiskir. Hinvegin kunnu kabarettfólkini fegnast um, at tey hava fingið íblástur til sína kabarett, tí heilt sum Sjúrður og Jákup verður ongin.
Hóast teir eru vorðnir eldri, so eru teir framvegis egnir og genialir.










