Stuttligt at vera prinsessa

Joan, Berit og Ann, sum dagliga starvast í verkhúsinum, Stíggi í Saltangará, halda, at Fríðrikur og Mary, vóru eitt ógvuliga fitt brúðarpar

Brúdleyp

Tær tríggjar, Joan Olsen, Berit Abrahamsen og Ann í Puntabyrgi, eru samdar um, at tað var ógvuliga áhugavert at fylgja sendingunum í SvF fríggjadagin, tá ið krúnprinsurin, Fríðrikur og Mary, skuldu giftast.
Tær hugdu tað mesta av fyrrapartinum, og til Stíggjur læt aftur seinnapartin. Meðan tær koyrdu heim, royndu tær eisini at hyggja í bussinum.
- Men signalið var so vánaligt hendan dagin, at vit sóu ikki so væl, siga tær.

Hugdu heima

Berit sigur, at so skjótt, hon kom heim á Strendur, setti hon seg aftur at hyggja í sjónvarp, og heima við hús hugdi hon saman við mammu síni og mostur síni.
Bæði Joan, Berit og Ann sóu sjálva brúðarvígsluna hendan dagin, og tær vóru ógvuliga hugtiknar av øllum tí, sum fór fram.
Tær halda allar tríggjar, at Mary var ógvuliga søt, og tær vóru hugtiknar av hennara vakra brúðarkjóla og langa slørinum. At kjólin er gamal, hildu tær var við til at gera hann uppaftur vakrari og meira áhugaverdan.

Prinsessur

Spurdar, hvat tær hildu um Fríðrik, siga tær við ein munn:
- Jú, hann var eisini ógvuliga vakur og søtur.
Tær eru samdar um, at Fríðrikur og Mary vóru eitt ógvuliga fitt brúðarpar.
Tá ið vit spurdu tær, Joan, Berit og Ann, um kundu hugsað sær at verið prinsessur, yppa tær í fyrsta lagi øksl. Men so eru tær samdar um, at tað hevði nú verið stuttligt.
- Jú, jú. Tað hevði nú verið nokso stuttligt at verið ein prinsessa. Men tað hevði helst verið ógvuliga strævið, eru tær samdar um.