Stuttligt at ganga í skúla

Næmingur: - Eg haldi, at tað er stuttligt at ganga í skúla, sigur tann skjótt sjey ára gamli, Martin Óli Arge úr Søldarfirði. - Man skrivar, spælir, teknar og alt møguligt.

Tað var ein spennandi dagur, tá Martin Óli mánadagin í farnu viku á fyrsta sinni trein inn um skúlans gátt í frískúlanum í Kelduni.

Eitt nýtt kapittul var byrjað í hansara lívi, nú hann á fyrsta sinni kann kalla seg skúlanæming.

Í longri tíð hava fólk í samkomuni Kelduni í Skálafirði arbeitt við at fyrireika frískúlan, og tá hinir skúlarnir byrjaðu eftir summarsteðgin, byrjaðu tey eisini her.

Útbúnir lærarar vóru fingnir til vega, og skúlaleiðarin, Jastrid Høj kundi gleðast um, at átta børn byrjaðu í hesum fyrsta kristna frískúlanum í Føroyum og at fleiri eisini tóku við tilboðnum um frískúla, forskúla og frítíðarstovu.

Allur tann nýggjasti skúlaútbúnaðurin er fingin til vega, soleiðis at undirvísingin kann vera á hædd við hana, sum aðrir næmingar í 1. flokki fáa í øðrum skúlum.

Hóast játtan frá Mentamálaráði bæði um skúlaætlan, tímatal og næmingatal, vantar enn nakað í at fáa javnvág í raksturin. Men aftanfyri skúlan stendur samkoman Keldan, sum í sínum visjónum hevur ætlanir um ein kristnan frískúla.

Martin Óli er komin í ein lítlan skúla við smáum flokkum, her lærarin hevur góða tíð til tann einstaka næmingin og at størri dentur verður lagdur á tey kristnu virðini. Og her hevur hann eisini møguleika at verða mentur á øllum økjum - bæði í kunnleika, sosialt, likamliga og ikki minst andaliga.

Hetta eru alt viðurskifti, ið lítli Martin Óli neyvan hugsar stórvegis um. Fyri hann og tey, sum eru rundan um hann, hevur tað alt at týða at umstøðurnar eru góðar og at hann kann læra tað sum hann skal.

- Tað er í fínasta slag at ganga í skúla, slær ungi søldfirðingurin fast.


Lært nógv

Martin Óli hevur fingið pláss í fremsta raði, uttast við vindeyguni.

Hóast hesa plasering fylgir hann væl við í undirvísingini. Hann roynir sum frægast at gera vart við seg, tá Birna setir teimum ein spurning fyri og annan eftir, fyri at halda samrøðuni um bókstavirnar gangandi.

Nú hann hevur gingið í skúlanum í samfullar fimm skúladagur, er tíðin vist komin til at gera støðuna upp:

- Eg havi lært nógv. Vit hava lært um bókstavin Á, og eitt sindur um bókstavin L. Hetta dámar mær væl, sigur ungi næmingurin.


Tá eg verði stórur

Martin Óli kemur úr Søldarfirði, og má tí eitt sindur fyrri upp á morgni enn onkur av hinum næmingunum, sum býr í Skálafirði.

- Tað ger einki. Eg orki væl at fara upp um morgunin, sigur hann avgjørdur.

Hann hevur tvey eldri systkin sum eisini ganga í skúla, tó ikki her í frískúlanum, tí tey eru eldri enn hann.

Fyri Martin Óla kennist tað gott at ganga í skúla. Skúlin er góður og flokslærari hansara, Birna dugir ordiliga væl.

- Eg veit ikki rættiliga, hvat eg fari at blíva til, tá eg verði stórur, sigur Martin Óli Arge.

Men hann hevur nøkur ár aftrat frammanfyri sær, til tess at fáa greiðu á tí spurninginum.