Stuttligari Javn­að­ar­flokk­ur

Í morgun kom Sjúrður Skaale aft­ur á slóð­ina ­– og lim­aði seg inn aft­ur í Javn­að­ar­flokk­in, sum hann fyrr hev­ur ver­ið lim­ur í.

Fyri løg­tings­val­ið í 1998 var Sjúrð­­ur Skaale javn­að­ar­mað­­ur, men eft­ir at Høgni Hoy­dal broytti gamla Tjóð­veld­is­flokk­in til full­veld­is­flokk, var Sjúrð­ur Skaale ein av teim­um, sum fylgdu Høgna og hans­ara ætl­an­um um full­veldi. Tjóð­veld­is­flokk­ur­in t­ví­fald­að­ist – og hann hev­ur kunna mann­að átta­manna­far­ið á hvørj­um vali síð­ani, hó­ast menn tvær ferð­ir hava mynstr­að av: Fyrst Kar­st­en Han­sen og nú Sjúrð­ur Skaale.

Og Sjúrð­ur Skaale er tann fjórði av­hopp­ar­in í Løg­ting­i­num, sum er lop­in upp í ting­bólk­­in hjá Javn­að­­ar­flokk­i­num síð­ani 1998. Fyrst vóru tað Karl R­o­bert Jo­han­sen og Krist­i­an Magn­us­sen úr Verk­a­mann­a­fylk­ing­ini. Síð­ani Hel­ena Dam á Neysta­bø úr Sjálv­stýr­is­flokk­i­num – og nú Sjúrð­ur Skaale úr Tjóð­veld­i­num. Men hó­ast tað, so er tað ikki eydn­ast Javn­að­ar­flokk­i­num at vinna størri und­i­r­tøku, enn hann hevði á val­i­num í 1998, tá hann fekk sjey fólk vald. Á sein­asta vali fekk hann ein­ans seks um­boð, og tað var tað ring­asta val­úrs­lit­ið síð­ani 1932 – um vit ikki telja kata­stro­f­u­val­ið í 1994 við.

Men kanska hetta broytist, nú Sjúrður Skaale er komin við. Í øllum føri verður tað helst stuttligari at vera javnaðamaður – serliga um hann fær Jákup Veyhe við sær eisini.