Risastóri svartkjaftatrolarin Næraberg liggur innast við vestaru kai í Klaksvík, og bæði umborð og á bryggjuni er nógv lív í.
Tað er hósdagur, og fólk eru farin undir at landa trolaran, sum hevur um 800 tons av surimi og um 300 tons av mjøli við til lands eftir besta túrin hjá skipinum higartil.
Við eitt transportband, sum flytir eskjur við surimi í land úr Næraberg, standa nakrir ungir mans.
Teir eru væl ílatnir, og fyri tað um krillutir blaðmenn og líknandi fólkasløg hava lítlan hug at verða út í bítandi kuldanum, standa teir hugaligir og væl bjálvaðir og flyta eskjurnar av bandinum og yvir á plattar, sum ein gaffiltrukkur liggur úti eftir.
Úr skúla til arbeiðis
Skúlastjórin í Ósáskúlanum, Símun Petur Hjelm, gav í vikuni 45 næmingum, sum dagliga stríðast við 9. flokk, frí í tveir dagar, so teir kundu sleppa til arbeiðis.
Tað stendur á at finna nóg mikið av fólki, tá eitt stórt skip skal landast í skundi, og hesaferð avgjørdi skúlastjórin, at næmingarnir skuldu veita eina hjálpandi hond.
Bæði dreingir og gentur úr 9. flokki fóru til arbeiðis, og flestu teirra vóru sera hugalig.
? Hetta er stuttligari enn at ganga í skúla, tí vit fortjena pengar, tá vit eru til arbeiðis, sigur ein av næmingunum, meðan hann flytir eina av hvítu eskjunum yvir á ein platt.
Er tað ikki kalt at vera til arbeiðis í hesum veðrinum?
? Hvussu er tað, tú ert ílatin, er spyrjandi svarið, sum skribenturin fær slongt aftur í høvdið.
Aftur til fiskiskap
Næraberg hevur gjørt ein góðan túr hesaferð, og reiðaríið vil hava stóra trolan aftur til fiskiskap sum skjótast.
Tí hevur Northern Fish Cold Storage roynt at funnið so nógvar landarar sum gjørligt, so arbeiðast kann í vaktum, og skipið tømast eftir nøkrum døgum. Teir stívliga 40 skúlanæmingarnir koma væl í arbeiðnum.
Eskjurnar við surimi verða fluttar í frystigoymsluna, meðan sekkirnir við mjøli verða lagdir í bingjur.
Ætlanin er, at Næraberg skal fara aftur til fiskiskap leygarkvøldið, men um tað fór at eydnast at gera landingina lidna áðrenn leygarkvøldið, var óvist, tá vit vitjaðu á kaiini seinnapartin hósdagin.