Stuttliga og stuttligari

 
Hóast talan var um triðju ferð á rað, at Una Olsen sum liðskipari skuldi taka móti steypi, tóktist hetta ikki vera nakað, sum er um at blíva ov gerandisligt fyri hana.
                      - Nei. Hetta er akkurát líka stuttligt hvørja ferð. Kanska er tað enntá bara stuttligari og stuttligari, helt hon fyri, tá vit eftir dystin fingu orðið á hana.
                      Fyrstu longu løtuna var annars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakað steyp til Unu og Stjørnuna. Neistin beit í øllum førum meira frá sær, enn tey flestu høvdu roknað við, og spurd beinleiðis, so viðgekk Una eisini, at tær kanska høvdu undirmett mótstøðuna.
                      - Tað er sjálvandi tað, sum tú ongantíð skalt gera, og tað var so heldur ikki nakað, sum vit ætlaðu. Men tað hevur nokk verið soleiðis onkra staðni í bakhøvdinum. Vit fingu so als ikki okkara spæl at koyra, og serliga í verjuni gekk tað illa.
                      - Tíbetur megnaðu vit tó at reisa okkum. Hálvleikin brúktu vit til at fáa nøkur ting upp á pláss, og tíbetur gekk tað so eisini hóast alt, staðfesti fegni liðskiparin at enda.