Nú er veturin komin, og vit eru meir heima og hugna okkum myrku og vátu vetrardagarnar. Her eru fýra hugskot til kreativ spøl til teir vátu dagarnar, ta øll helst vilja vera inni og njóta samveruna – men eisini hava tað stuttligt saman.
Sáa karsi saman við børnunum
Urtin karsi vaksur ómetaliga skjótt – og tað er gott, tá børnini bíða eftir ávøkstinum. Tað tekur bert eini 10 dagar, eftir at karsi er sáa, til tað er klárt at eta.
Eitt boð er at brúka ein tóman og reinan mjólkapakka, sum er skorin eftir longdini, ella at brúka botnin av pakkanum, um ein ynskir eina minni mongd. Legg váta køksrullu í botnin og legg síðani vátt bummulsvátt omaná. Lat eini tríggjar sentimetrar vera frá vattinum til toppin av mjólkapakkanum.
Spjaða karsefræ á vattið og tryst tað eitt sindur niður við fingrunum. Set karsið fjálgt og ljóst, og minst til at minni børnini á at geva tí vatn hvønn dag, so vattið verður vátt.
Tá karsið er á leið 10 sentimetrar, so ber til at kippa og eta tað. Karsi smakkar til dømis sera væl omaná egg
Sjálvsmyndir
Setið tykkum niður við einum spegli, pappíri og litblýantum. Avbjóðingin er at hyggja í spegilin og royna at tekna seg sjálvan. Minn børnini á eygnabrýr og vippur og aðrar smálutir á andlitinum. Tað er eisini avbjóðandi at tekna allan kroppin, og síðani at velja hvørji klæðir eisini skulu teknast.
Minnisspæl
Legg eini 10 ymisk ting á ein bakka - hetta kann vera alt millum himmal og jørð – og bið síðani børnini royna at minnast tað, sum er á bakkanum. Tú kanst avgera, hvussu langa tíð tey fáa til at royna at minnast. Legg síðani eitt viskistykki omaná bakkan, og bið børnini endurgeva tað, sum var á bakkanum. Tann sum minnist flest ting vinnur spælið.
Eru fleiri børn, so kunnu tey býtast í bólkar, og í bólkunum royna at minnast, hvat var á bakkanum. Legg okkurt annað á bakkan, tá næsti bólkurin skal royna at minnast.
Stuttligar søgur
Tú byrjar við einum setningi, og síðani skal barnið leggja ein setning afturat tínum. Tú kanst til dømis siga: “Ein reyð kúgv og ein bláur seyður fingu sær drekkamunn”, og síðani taka børnini yvir. Tað verður skótt ordiliga stuttligt, og hetta spælið hóskar seg eisini væl til biltúrin.