Stuttleikir á Tórsbreyt sunnudagin

Sunnudagin verða Stuttleikir á Tórsbreyt. Hvirlan hevur skipað fyri tiltakinum síðani 2008. Endamálið við tiltakinum er at geva børnum møguleika at kunna seg um fjølbroytni innan frælsu ítróttirnar, samstundis sum at tey hava ein stuttligan dag á Tórsbreyt.

 

Fyri at tryggja at tann einstaki sleppur at hugsa um at gera sítt besta og ikki bara verða betri enn vinurin, verða úrslit ikki registrerað, og tí verður heldur eingin ranglisti gjørdur eftir kappingina. Í staðin fáa øll tey, sum melda til, eitt skreytblað, sum barnið skal hava við til start í hvørjari grein.

 

Tá barnið so hevur gjøgnumført greinina, verður úrslitið skrásett á skreytblaðið. Barnið kann fáa trý úrslit í hvørjari grein skrásett á skreytblaðnum. Tá allar greinar eru gjøgnumførdar, tvs barnið hevur fingið minst eina skráseting í hvørjari grein fær tað eitt heiðursmerki fyri avrikið. Um børnini hava hug, kunna tey royna ymsu greinarnar so ofta tey vilja, tó verða bara tær tríggjar fyrstu royndirnar skrásettar á skreytblaðnum.

 

Greinarnar eru:

 

60 m renning

 

Longdarlop

 

Bóltkast

 

Tilmelding byrjar kl. 13.30 og heldur áfram inntil kl. 15.30. Kl. 16.00 endar tiltakið.