Stuttleikabátur togaður til lands

Hetlendska sjóverjan noyddist at toga ein norskan stuttleikabát til lands í nátt Fyri átta døgum síðani leitaði hetlendska sjóverjan eftir einum føroyskum stuttleikabáti, og í nátt leitaði hon eftir einum norskum báti.

Sjóverjan fekk boð úr Noregi um, at einki samband var við bátin, og ein tyrla varð send at leita. Hon fann bátin einar 25 fjórðingar í landssynning úr Lerwick, skrivar Press and Journal. Tað vísti seg, at báturin, sum var úr Bergen, hevði fingið maskinskaða, og at samskiftisútgerðin virkaði ikki.

Tað var hvassur vindur av norði á leiðini, har tyrlan kom fram á bátin, og eitt hjálparskip varð sent avstað at toga bátin til lands.

Tvey fólk, maður og kona, vóru í bátinum.