Føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni hevur fingið ein av sínum stuttfilmum við til eina stóra altjóða viðurkenda filmskapping. Talan er um stuttfilmin Ikki illa meint, sum í næstum skal vera við í Semaine de la Critique á Cannes Filmsfestivalinum, sum telist millum heimsins kendastu filmsstevnur. Filmsstevnan verður hildin í franska býnum Cannes frá 15. mai til og við 25. mai.
- Vit fara til Cannes!!! Eg eri ógvuliga takksamur fyri hendan fantastiska møguleikan og æviga takksamur fyri filmstoymið aftan fyri hendan lítla kaotiska filmin, skrivar Andrias Høgenni á Facebook í dag.
Í februar Andrias Høgenni ársins Geyta-virðisløn við stuttfilminum Ikki illa meint. Hetta er fyrstu ferð, ein føroyskur filmur er við á Cannes filmsfestivalinum.
Filmurin snýr seg um føroysku Elinborg, sum hittir vinkonu sína Maritu í einum matvøruhandli. Samrøðan teirra millum er heldur flóvislig, tí Elinborg hevur gloymt føðingardagin hjá Maritu. Marita spyr síðani, um Elinborg hevur blokerað seg á Facebook.
##med2##












