Stutt skiftistíð má vera eitt krav

Ein spurningur, sum nógv hevur verið frammi í kjakinum um fullveldið, er eftir hvørjum leisti føroyska samfelagið skal umskipast frá at vera eitt samfelag, ið byggir á studningsbúskap, sum er fíggjaður við pengum frá skattgjaldarum í einum øðrum landi og lántøkum upp á kredittvirði hjá sama landi, til at gerast eitt samfelag, sum byggir á sjálvberandi búskap, har okkara egna virðisskapan er grundarlagið undir samfelagnum.

 

Carl Jóhan Jensen

Vegna Hesuferð


Ein spurningur, sum nógv hevur verið frammi í kjakinum um fullveldið, er eftir hvørjum leisti føroyska samfelagið skal umskipast frá at vera eitt samfelag, ið byggir á studningsbúskap, sum er fíggjaður við pengum frá skattgjaldarum í einum øðrum landi og lántøkum upp á kredittvirði hjá sama landi, til at gerast eitt samfelag, sum byggir á sjálvberandi búskap, har okkara egna virðisskapan er grundarlagið undir samfelagnum.

Við øðrum orðum, hvussu long skal skiftis- ella niðurlagingartíðin vera?

Tá ið orðaskiftið tók seg upp um ta fyrru fullveldisætlanina hjá landsstýrinum, ta ætlanina, sum tók fyridømi eftir íslendsku loysnini frá 1918, kom eitt í mangar mátar ógrundað áramál fram og varð læst um kjakið sum gjørð um tunnustavir. Í Hvítubók segði ein av útrokningunum, at við fimtan ára skiftistíð bar til at niðurlaga blokkin uttan at henda tilgongd fekk avleiðingar fyri vælferðina ella fylgjur fyri samfelagsbúskapin sum heild. Illa undirbygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið ? fimtan ár ? fekk alt ov stóran politiskan týdning.

Nú landsstýrið leggur fram eina nýggja ætlan fyri fullveldisgongdina, verður áramálið sum vera man aftur havt á lofti og nógv gitt um nær landsstýrið ætlar, at Heimastýrislógin skal vera tømd og ríkisveitingin niðurlagað.


Vansarnir við studningsbúskapi

Yvirhøvur eru búskaparfrøðingar á einum máli um, hvørjir vansarnir eru, ið standast av studningsbúskapi. At tað ikki er hættuleyst at »fáa pening til gávis«, er ein sannroynd, ið bæði er væl og virðiliga lýst. Tað sum serliga eyðkennir samfeløg víðahvar um knøttin, ið fáa slíkar »gávur«, er ábyrgdarsørur búskaparpolitikkur (eins og hjá okkum í fýrsunum), ómegd og væntandi stevnumið. Ein búskapur, sum fyrst og fremst setur lít sína á veitingar frá øðrum, evnar ongantíð at taka samfelagið upp á eitt stig, ið ger tað kappingarført við onnur lond og tann vegin tryggja eina búskaparligu orku, ið einsamøll kann bera og vera ein haldgóð grund undir tí vælferðarsamfelag, sum ein stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir.

Niðurlagingartíðin hevur ymsar avbjóðingar við sær, vit skulu eitt nú útvega pening sjálv, ið vit fyrr hava fingið til gávis. Men tað, sum er meira umvert, er, at hon eisini gevur okkum møguleikar, umstøður til at styrkja búskap okkara og greiða gøtuna fyri politiskari, umsitingarligari og vinnuligari ábyrgd og virkisføri.


Alt hongur á politiska viljanum

Í sjálvum sær hevur áramálið lítið upp á seg. Tað, ið um ræður, er, at politiskur vilji er til at fremja broytingar innan tilskilaðan tíðarkarm, broytingar, ið taka føroyska samfelagið frá einum studningsbúskapi inn í ein sjálvberandi búskap, sum hevur støði í føroyskari virðisskapan og føroyskum kredittvirði.

Ein trongur tíðarkarmur leggur trýst á ta politisku skipanina og skorar á politikkararnar at taka tær avgerðir, sum eru neyðugar og í sama mun ta ábyrgd, ið vit fyri langt síðani áttu at havt tikið. Við einum ov víðum tíðarkarmi afturímóti verður skilið tað sama, sum alt heimastýrisskeiðið. Tað kvinkar ikki um fliðuna. Í tvey og hálvtrýss ár hava vit havt umstøður at broyta viðurskifti okkara. Kortini eru tær broytingarnar, ið hendar eru í Føroyum øll hesi árini, í høvuðsheitum íkomnar, tá ið danir umskipaðu sína kommunalu og amtskommunalu fyrisiting og kravdu, at samsvarandi broytingar vórðu framdar her á landi (smbr. eitt nú blokkstuðulsskipanina).

Einasta gongda leiðin nú er ein bindandi tíðarætlan, ið ein meiriluti á tingi samtykkir og ein fólkaatkvøða staðfestir. Ein slík tíðarætlan skal áleggja politisku myndugleikunum í Føroyum, at seta í verk tær broytingar, sum krevjast til at fáa í lag ein sjálvberandi búskap.