Stutt men ógvusligt gos

Gosið í Grímsvøtnum í Íslandi er minkað nógv teir seinastu dagarnar, og alt bendir á, at tað ringasta er av


Hesaferð vóru tað serliga skotar, sum fingu sviðan av íslendsku øskuni, tí har var so nógv øska í luftini, at allir teir stóru flogvøllirnir máttu latast aftur. Aðrastaðni hevur lítil øska verið í luftini, men onkunstaðni hevur hon kortini darvað flúgvingini.

Íslendsku jarðfrøðingarnir siga, at óvanliga nógv øska kom úr gosinum í Grímsvøtnum, og at tað fyrsta samdøgrið kom meiri øska úr hesum gosinum enn úr øllum gosinum í Eyjafjallajøkli í fjør, sum vardi 40 dagar. Um vikuskiftið stóð øskurokið meiri enn 20 kilometrar upp í loft, men í gjár kom tað bara tríggjar kilometrar uppfrá.

Grímsvøtn er tað virknasta gosfjallið í Íslandi. Seinasta gosið har var í 2004.