Stúrt verður fyri borgarakríggi í Sudan

Bardagarnir hava higartil kostað í minsta lagi 3000 fólkum lívið, og 3,1 miljónir fólk eru flýdd úr húsi og heimi.

ST veit at siga, at 3,1 miljón fólk í Sundan eru flýddu úr egnum heimi og undan bardøgunum í landinum.

 

Sagt verður, at 738.000 fólk hava søkt sær skjól í grannalondunum, flestu í Egyptalandi og Tsjad.

 

Onnur eru flýdd til aðrar partar av landinum.

 

- Tey flestu, sum eru flýdd, eru úr høvuðsstaðnum í Sudan, Khartoum, og eini níggju prosent eru flýdd úr landslutinum, Darfur, har bardagarnir hava verið teir harðastu.

 

Tað var um miðjan apríl, at bardagar brustu á millum stjórnarherin í Sudan og teirra áður sameinda RSF-herin. Bardagarnir hava higartil kostað í minsta lagi 3000 fólkum lívið.

 

Fleiri vápnahvíldir eru avtalaðar, men tær eru brotnar eftir stuttari tíð.

 

ST stúrir fyri, at stríðið millum partarnar kann føra til borgarakríggj í Sudan.