Stúrir fyri at ein ólukka er hend

- Eg havi lítlar og ongar vónir um at finna Minnu aftur á lívi, tí hetta líkist henni ikki.

 Tað sigur Pia Holmegaard Christoffersen, pedagogur.

Í eina viku hava tey leitað eftir 48 ára gomlu Minnu Dahl Michelsen, sum er úr Havn, men sum býr býr í Nykøging á Falster. Tað er hon á myndini.

 

Pia Holmegaard Christoffersen kennir Minnu væl, tí hon hevur verið pedagogur hjá henni í fleiri ár.

 

 Minna Dahl Michelsen er sálarliga sjúk og dúgliga hevur verið leitað eftir henni, síðani hon hvarv fyri eini viku síðani.

 

- Tað líkist als ikki Minnu at vera burtur so leingi, uttan at hava heilivágin við, sigur Pia Holmegaard Christoffersen.

 

 Nú hava so eisini privatfólk leitað og tað var, Pia Holmegaard Christoffersen, sum setti ta leitingina í verk.

 

Men hon hevur ringar vónir, sigur hon við Rás2.

 

Trýst  á pílin undir myndini og hoyr, hvussu pedagogurin metir støðuna og um, hví hon setti leitingina í verk.