Stúrir fyri, at ein perla mitt í Føroyum verður privat ogn

Og so sleppa fólk ikki longur at vera har, sigur løgtingsmaður, sum vil hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum

Tá ið Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, greiddi Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, frá, at arbeitt verður við at gera eitt makaskifti við Tórshavnar Býráð, har býráðið fær ognirnar hjá landsstýrinum í Hoydølum og afturfyri fær landsstýrið allan venjingarskúlan á Frælsinum frá kommununi við tí endamáli at leggja hann afturat Fróðskaparsetrinum.

 

Jenis av Rana gjørdi samstundis greitt, at hann fór ikki at blanda seg upp í, hvat kommunan fer at brúka ognirnar til, men hann vístu kortini á, at økið er friðað, og tað verður ikki broytt.

 

Røddir hava verið frammi um at gera íbúðir í Hoydølum, men tað er onnur púra ósamd í, tí tey halda, at Hoydalar skal framhaldandi verða ein náttúruperla, sum skal koma almenninginum til gagns upp á onkran máta.

 

Men nú hevur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, reist málið í Løgtinginum, tí hann vil hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum. Í hesum sambandi vil hann hava Jenis av Rana at hvat endamálið er, og hvat tann sakliga grundgevingin er fyri, at lata landsins ognir í Hoydølum av hondum.

 

Høgni Hoydal stúrir fyri, at letur Landsstýrið Hoydalar frá sær, kann úrslitið verða, at alt økið endar á privatum hondum. Tí skal Jenis av Rana eisini greiða frá um hann heldur, at tað er rætt at lata eitt friðað páss, sum allir føroyingar eiga og hava atgongd til, frá sær við tí úrsliti at tað kann verða gjørt til privata ogn hjá nøkrum einstaklingum, so at øll ikki longur hava atgongd til tað.

 

Jenis av Rana skal somuleiðis greiða frá um hann ikki følir nakra sum ábyrgd fyri, hvat Hoydalar verða brúktar til í framtíðini. Og Høgni Hoydal spyr eisini um ætlanin er at leggja málið fyri Løgtingið, áðrenn nøkur avgerð verður tikin, so at Løgtingið fær høvi at siga sína hugsan.

 

Tingmaðurin fyri Tjóðveldi vísir á, at tey flestu kenna søguna um Hoydalar, sum upprunaliga var Sanatorium til føroyingar við tuberklum, men sum seinni varð studentaskúli og kostdeild.

 

Alt lendið er í mestan mun friðað, og fleiri ætlanir hava verið gjørdar um at gera lendið og bygningar alt meira atkomiligt til nýtslu hjá øllum fólki í landinum. Høgni Hoydal sigur, at tí vil hann hava Jenis av Rana at greiða frá teimum ætlanum, sum eru við Hoydølum.