Niels Uni Dam er samskiftisráðgevi og hevur fyritøkuna Nudlavirkið. Hann er eisini tónleikari. Her svarar Niels Uni spurningum um farna árið – og tað komandi.
Hvussu hevur 2014 verið?
- 2014 hevur verið bæði strævið og tungt í løtum og gott í øðrum løtum. Eg haldi, at 2014 var frægari enn 2013 og nógv frægari enn 2012. Serliga hevur tað verið stuttligt, at mín egna fyritøka, Nudlavirkið, ið varð stovnað síðst í 2013, veruliga fekk flog í 2014.
Hvat var tað besta, sum hendi hjá tær í 2014?
- Eg trúgvi ikki uppá ultimativar útsagnir, sum besta og versta, men eg hevði nógvar góðar upplivingar í 2014. Proffessionelt er eingin ivi um, at samstarvið, ið kom í lag við Vodafone, var fantastiskt. Vit hava havt eitt heilt óluksáliga spennandi ár saman, spennandi kampanjur og ótrúliga jaligt samstarv. Ringt er eisini at koma uttanum túrin til London, har eg og sonurin sluppu á vøllin á Stamford Bridge at handa Eden Hazard heiðurin sum besta Chelsea leikara.
Hvør var keðiligasta upplivingin í 2014?
- Har hava verið fleiri á tí persónliga økinum, og tað var t.d. ótrúliga ræðandi, tá pápi mín varð sjúkur og lagdur undir skurð, eg ræddist eina løtu, at vit mistu hann. Men hann kom í gjøgnum tað, sterkur sum ein oksi, hasin gamli. Samstundis fær tílíkt meg at virðismeta hann uppaftur meira.
Hevur tú nakað nýggjárslyfti?
- Eg havi sama nýggjárslyfti fyri komandi ár, sum eg havi havt fyri tvey tey seinastu árini, at eg skuldi royna at møta øllum lívsins viðurskiftum frá eini jaligari síðu. Lívið oysir okkum ofta lortaspannir, men tær gerast ikki lættari av, at man fokuserar uppá tað ringa. Ístaðin kann man velja meira jaligar tulkingar, tað riggar veruliga.
Hvat ætlar tú tær at náa í 2015?
- Eg ætli at fáa mína fyritøku at blóma uppaftur meira, vera ein enn betur pápi, renna eitt maraton, síggja Chelsea bera Premier League steypið kring vøllin í mei og útgeva eitt nýtt lag við MC-Hár og spæla onkra konsert.