Krabbameinsfelagið bjóðar familjum við børnum, sum hava mist mammu ella pápa av krabbameini, til mennandi og hugnaligan familjuddag 5. september 2015 á Gjáargarði.
- Familjusjónarhornið hevur stóran týdning í okkara ráðgevandi arbeiði, tí tá ein í familjuni gerst sjúkur ella doyr, verður øll familjan rakt.
Krabbameinsfelagið vísir á, at lívshóttandi sjúka og deyði bera við sær, at gerandisdagurin broytist frá tí, sum dagurin plagdi at vera, til eitt nýtt lív, sum kann vera merkt av ruðuleika, bæði praktiskt og kensluliga.
- Óvanligar støður taka seg upp, og nógvir tankar og truplar kenslur eru at stríðast við. Børnini skulu liva víðari uttan mammu ella pápa, meðan makin stendur einsamallur við ábyrgdini. Tað er sjálvsagt ein stór avbjóðing at gerast ein “vanlig” familja aftur.
Krabbameinsfelagið sigur, at í slíkari støðu kann tað vera gevandi og mennandi at hitta aðrar familjur við somu avbjóðingum.
- Endamálið við vikuskiftinum er, at familjurnar í felag seta orð á tað, sum er svárt og torført, men samstundis gjøgnum spæl og stuttleika seta fokus á gleði og látur í lívinum.
Lagt verður aftrat, at familjurnar fáa rúm at vera saman og at hugna sær, og eisini minnast mammuna, pápan og makan, sum ikki longur er.
- Stúranin og óttin hjá børnunum kann hava mong andlit. Summi børn óttast, at foreldrið sum livir eftir, eisini fer at doyggja. Onnur, at mamman ella pápin gerast forelskað og ørkymlast, tí tey gerast bangin fyri, at deyða mamman ella pápin verða gloymd.
Krabbameinsfelagið vísir á, at tá foreldur fáa møguleika at lurta eftir, hvørjar tankar børnini gera sær, er lættari at stuðla teimum í tí, sum er torført.
- Tá so børnini hoyra, hvat mamman ella pápin hugsa, gerst ímyndingin og stúranin ofta minni, og samstundis meira veruleikakend, sigur felagið, sum skipar fyri tiltakinum við Gjógv 5. september frá klokkan 9 á morgni til klokkan 20 á kvøldi.