- Tað er ikki ílagi, at vit ikki fáa eina krónu í inntøku.
Í býráðnum á Tvøroyri eru tey alt annað enn fegin um støðuna í alivinnuni.
Á býráðsfundi í gjár, umrøddu tey kommunuskattin, og har fýltust nógv á, at inntøkan av partafelagsskatti er so lítil.
Tilsamans fáa kommunurnar í Suðuroynni ikki meiri enn einar 2,5 milliónir í partafelagsskatti, og tað er alt ov lítið, tá ið hugsað verður um tað virksemið, sum er í oynni.
Serliga sipaðu tey til alivinnuna.
Í løtuni verður arbeitt við at leggja aliringar á Hvalbiarfjørð, og tá er aling á hvørjum einasta firði í Suðuroy, uttan í Sandvík.
Men kommurnar fáa ikki eina krónu í partafelagsskatti av allari alingini, fýltust tey í Tvøroyrar Býráð, á.
Hinvegin staðfestu tey eisini, at skuldi tað hent, at alingin fór á húsagang, ella í aðrar mátar fór fyri bakka, kunnu kommunurnar fara at standa eftir við einum stórum køsti at taka upp.
Í býráðnum vísa tey á, at samgongan arbeiðir við eini ætlan um, at hereftir skulu alifyritøkurnar rinda kommununum leigu fyri at sleppa at brúka firðirnar til aling, og tað er ein skipan, sum tey í Tvøroyrar Býráð taka fult undir við.