Stungin við knívi í Havn

Í nátt var ein maður í Havn stungin so illa við knívi, at hann varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið.

Hendinin fór fram uttanfyri Kafe 22 í Havn, sum er gamla Tórshøll.

Ein 19 ára gamal maður ætlaði sær inn, men av tí, at klokkan er næstan trý, meta duravørarnir, at tað er ov seint at lata nakran sleppa inn.

Tað varð maðurin ógvuliga misnøgdur við og kleiv upp um eina girðing fyri at sleppa inn. Tá ið hann framvegis ikki slapp inn, dróg hann felliknív og stillaði seg at veipa við honum.

Tað endaði við, at hann rakti ein 21 ára gamlan mann frammaliga í vinstru síðu og stingurin var so djúpur, at knívurin fór inn ímillum tvey riv og rakti lungað, sum fekk skaða.

Maðurin, sum varð stungin, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til viðgerðar, men hevur tað gott eftir umstøðunum.

Maðurin sum stakk var ikki edrúur, hann varð tikin og settur í varðhald og nú roynir løgrelgan at leggja pusslispælið og at nágreina umstøðurnar, hetta hendi undir. Men ætlanin er, at maðurin skal í grundlógaravhoyring seinni í dag.