-Eg minnist eg hugsaði, at hetta var ein óverulig dramasøga við mær sum høvuðspersóni. Kundi tað veruliga passa, hugsaði eg, greiðir Finn Ougaard frá.
Vikuskiftis Sosialurin hevur hitt Finn Ougaard til eitt prát um, tá ið hann varð stungin í læri uttanfyri Føroya Rætt 4. mai 2010. Finn Ougaard varð tráfylgdur av manninum í longri tíð áðrenn sjálvt álopið og greiðir frá døgunum áðrenn álopið, tá ið maðurin millum annað bankaði á dyrnar hjá familjuni Ougaard stutt undan.
Finn Ougaard greiðir í dag fyri fyrstu ferð frá tí, sum skuldi verða ein lagnudagur hjá familjuni Ougaard.
Les alt í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í dag og kring landið í morgin.










