Fyri tey allar flestu man jóladagur snúgva seg um frið og gleði.
Men hjá einum pari í Eysturoynni var støðan øðrvísi. Tey fóru nevniliga at skeldast so mikið illa, at tað endaði við, at annað teirra ringdi eftir hjálp.
Maðurin, sum ringt varð til, var skjótur á staðið, har hann var noyddur at leggja uppí bardaga ímilum parið.
Tað var kanska betur ógjørt , tí hann varð stungin við einum knívi í síðuna. Vakthavandi í Runavík vil tó ikki upplýsa hvat slag av knívi talan var um.
Maðurin varð beinanvegin førdur á skaðastovuna í Havn, og varð síðani innlagdur til eygleiðing. Morgunin eftir varð hann tó útskrivaður aftur, so snuddurin var eftir øllum at døma ikki so álvarsamur, sum hann lættliga kundi havt verið.










