Í gjárkvøldið ringdi ein maður til løgregluna og boðaði frá, at hann var stungin við knívi.
Tá ið løgreglan kom á staðið, vóru tveir mans til staðar, og annar játtaði alt fyri eitt at hava stungið hin.
Maðurin varð stungin í ryggin við felliknívi, men sárið varð ikki djúpt, so hann fekk ikki stóran skaða.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum stakk, varð leyslatin aftur, men hann er skuldsettur fyri grovan harðskap.
Tey vita ikki, hví teir báðir komu til ilnar.
Annars hevur løgreglan eisini tikið ein ungan drong í Havn í nátt, og tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði 0,74 gramm av rúsevni uppi á sær.
Tað er ikki enn greitt, hvat slag av rúsevi, talan var um, men drongurin fær eina bót fyri at hava brotið lógina um rúsevni.