Stungin í búkin við longum knívi

Ein bardagi í Klaksvík í sunnunáttina fekk ein álvarsligan enda, tá ið ein maður varð stungin í búkin við knívi.
Tveir mans í tjúgunum komu til ilnar í einum húsum og tað endaði við, at teir fóru útum.
Tað, løgreglan veit, er, at uttanfyri fara menninir umkoll og at annar fær ein knív í búkin.
Løgreglan sigur, at sárið var djúpt og at maðurin varð fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, har hann framvegis liggur.
Hin maðurin varð handtikin og varð til avhoyringar at allan fyrrapartin sunnudagin
Tað, løgreglan royndi at fáa greiði á, var, hvussu tilætlað tað var, at maðurin varð stungin áðrenn støða varð tikin til, um maðurin skuldi í rættin ella ikki.
Men á miðdegi í gjár varð avgerð um, at hann skuldi fyri ein dómara og har varð hann skuldsettur fyri fyrst at hava hótt hin mannin og síðani fyri at hava stungið hann, so at lívið varð sett í vanda.
Maðurin varð stungin við einum 30 sentimetra longum knívi og sárið var rættiliga djúpt.
Av tí, at vitni skuldu avhoyrast, var rættarfundurin fyri afturlætnum hurðum fyri ikki at órógva kanningararbeiðið.
Ákærin kravdi, at maðurin varð varðhaldsfongslaður í tríggjar ferðir 24 tímar ímeðan málið varð kannað og tað eftirlíkaði dómarin.